08.04.2019
Boðað verður við hesum til ársaðalfund í P/F Smyril Line (reg. nr. 544) mikudagin 24. apríl 2019 kl. 10:00 at verða á Hotel Hafnia, Áarvegur 4-10, 100 Tórshavn, við hesi dagsskrá:
- Val av fundarstjóra.
- Frásøgn frá virki felagsins í farna ári.
- Framløga av grannskoðaðum roknskapi og fíggjarstøðu til góðkenningar.
- Uppskot frá nevndini um, hvussu ársavlopið skal verða nýtt ella um rindan av halli sambært góðkenda roknskapin.
- Val av nevndarlimum.
- Val av grannskoðara.
- Ymiskt
Rætturin hjá einstøku partaeigarum felagsins til at luttaka á aðalfundi og at greiða atkvøðu í sambandi við partabrøv síni verður ásettur í mun til tey partabrøv, sum viðkomandi partaeigarar eiga skrásetingardagin. Skrásetingardagurin er 1 vika, áðrenn aðalfundurin verður hildin, og er hetta mikudagin 17. apríl 2019.
Til at greiða atkvøðu á aðalfundinum krevst, at partaeigarin í seinasta lagi týsdagin 23. apríl 2019 hevur fráboðað luttøku síni á aðalfundinum og hevur prógvað sín atkvøðurætt á skrivstovu felagsins Yviri við Strond 1, 100 Tórshavn.
Tórshavn, tann 8. apríl 2019
P/F Smyril Line
NEVNDIN