Ferðafólk verða biðin at møta stundisliga. Tey, ið møta ov seint, kunnu vænta ikki at sleppa við og fáa ikki endurrindað ferðina. Ferðandi við serligum tørvi verða biðin um at møta seinasta lagi 2 tímar áðrenn fráferð.
Umborð og í land við akfari
Manningin á Norrönu roynir at fáa akfør í land og umborð skjótast tilber. Um nógvir bilar eru, kann henda at bíðitíðin er uml. 1 tíma fyri at sleppa umborð og í land. Tað ber ikki til at umbiða serligt pláss á bildekkinum, so tað slepst skjótari í land. Bert bilførarin kann sita í bilinum, meðan koyrt verður umborð. Rørðslutarnaði ferðafólk kunnu sita í bilinum og skulu boða frá við innskriving. Øll ferðafólk verða biðin um at hava P- og K-kortini klár, sum verða útflýggjað við innskriving.
Bildekkið er stongt meðan siglt verður, og skal neyðugt viðføri takast við úr bilinum beinanvegin. Við komu verða øll biðin um at sita í bilinum meðan koyrt verður í land.
Frystigóðs
Frystigóðs upp til 50 kg ella í mesta lagið ½m3, skal latast inn við innskriving og má verða merkt við navni og bústaði. Minst til at vísa samleikaprógv og P-kortið. Tollarir og trygdarfólk hava rætt at vita, hvat er í pakkanum, tí kann pakkin verða latin upp.
Broytingar í ferðaætlan
Ferðandi hava skyldu at kanna ferðatíðir og møguligar broytingar á smyrilline.fo ella á tlf. +298 345900 (+298 345800 telefon svarari umborð).