Vel millum stóra úrvalið av góðum, løttum mati í The Diner ella stóra vælumtókta sjálvtøkuborðið í buffet-matstovuni. Kundi tú heldur hugsað tær eitt gott kvøld við gourmet mati og góðum víni, so royn okkara frálíku gourmet matstovuna Simmer Dim. Les meira her.
Litríkur urtagarðstúrur til Danmarkar og Svøríkis
4.-14. juni 2020
Vælkomin á hesa áhugaverdu ferðina við Evu Andersen. Vitjið millum annað størstu rhododendronparkina í norðureuropa og tveir bergtakandi botaniskar havar, ein í Danmark og ein í Svøríki. Eisini verður vitjað í fleiri privatum urtagørðum.
Ferðaleiðari á túrinum er Eva Andersen, ið seinastu 15 árini hevur gjørt hópin av urtagarðstúrum. Eva er eldhugað urtagarðsfólk, og hon fer eisini at greiða frá sínum royndum viðvíkjandi keypi av plantum uttanlanda, og hvørjar plantur eru hóskandi til føroyska veðurlagið.
Les meira um støðini her:
botaniska.se
bangsbobotaniskehave.dk
visitbroenderslev.com/rhododendron-park-broenderslev
toppenafdanmark.dk/palmestranden-i-frederikshavn