Jólatúrur 28. novembur 2019
Gott undirhald, góður matur og shopping
Ársins jólatúrur verður 28. novembur, og vit eru aftur á Havnini mánamorgun 2. desembur. Vit liggja við kai í Hirtshals frá morgni til myrkurs leygardagin 30. novembur.
Úr Hirtshals koyra vit beinleiðis við bussi til Aalborg. Møguleiki er at vitja eitt nú Aalborg Shoppingcenter, Friis Shoppingcenter og Ikea.
Umframt góðu tilboðini, sum Tax Free handilin hevur, vera fleiri sertilboð á júst hesum túri. Lagt verður upp til ein spennandi túr við undirhaldi, serligum matarskráum og tónleiki frá nøkrum av okkara bestu tónleikarum.
Ferðaætlan
Fráferð Tórshavn 28. novembur kl. 21.00
Koma Hirtshals 30. novembur kl. 10.00
Fráferð Hirtshals 30. novembur kl. 21.00
Koma Tórshavn 2. desembur kl. 07.00
Vit kunnu avdúka, at Eyðun Nolsøe, Terji Rasmussen, Ólavur á Váli, Kim Hansen og Dánjal Gomez spæla tónleik í Naust um kvøldið, og DJ Martin Falkenberg verður at hoyra í Sky barr. Eisini fara vit at hava nógv góð matartilboð, ið kunnu bíleggjast saman við tínari ferð, so tað er at fylgja við her á síðuni.
Bílegg ársins jólatúr á netinum, ring á tlf. 34 59 00 ella skriva til booking@smyrilline.fo.
Gevið gætur, at til ber sjálvandi at bíleggja kamarstypu, men ikki kamarsnummar.