Í samstarvi við Telenor Maritime, hevur Smyril Line gjørt tað møguligt hjá øllum ferðandi at fáa atgongd til internetið meðan siglt verður.
Prísirnir niðanfyri eru í DKK og EUR:
1 tími: | DKK 51,80 / € 7 |
4 tímar: | DKK 66,60 / € 9 |
30 tímar: | DKK 118,40 / € 16 |
48 tímar: | DKK 155,40 / € 21 |
Hetta bíleggur tú á alnótini, og tú kanst rinda fyri tað við VISA-korti. Eisini ber til at keypa ein internetseðil við kotu í móttøkuni, har tú kanst gjalda við reiðum peningi og VISA. Hvør kota kann brúkast til fleiri tól, men bert til eitt tól í senn. Gjaldið er fyri tíðarskeiðið, tú hevur ynskt tær, og ikki fyri tímarnar tú er á netinum.