Bílegg minibarr áðrenn fráferð fyri einans úr kr. 89
Bert galdandi í kømrum við vindeyga
Køliskápið, sum er í hesum kømrum, er nú gjørt um til minibarr. Tú fær ymsar leskidrykkir, vín, øl & snacks við í tilkeypinum. Um minibarr ikki er bíløgd, er køliskápið afturlatið.
Til ber at velja ímillum minibarr við ella uttan alkohol. Sí innihaldið niðanfyri.
Minibarr í luksuskømrunum og Suituni er íroknað prísinum. Hon inniheldur: 2 sodavatn, 2 øl, 2 vatn og 1 pk chips (lítil pakki), 1 twix/mars/snickers. Fyrivarni verður tikið fyri broytingum í vøruúrvalinum.
Um tú ferðast á Cruise, so verður minibarrin bert fylt upp einaferð á túrinum, og tað er við fráferð.