Her fært tú hita og vælveru við útsýni yvir Norðuratlantshavið - alt umborð á Norrönu
Heitu pottarnir eru til tín, ið vilt hava eitt sindur meiri. Vit hava tríggjar pottar við heitum sjógvi. Pláss er fyri seks fólkum í hvørjum potti.
Tá ið tú bíleggur, verða 100 krónur lagdar í goymslugjaldi fyri baðikápu og inniskógvar. Tey verða latin innaftur, tá ið tíðin er farin. So fært tú eisini goymslugjaldið aftur.
Hvussu gert tú?
- Bílagt verður í Sky Bar á dekk 8
- Baðitíðin er ein tíma
- Mælt verður til at halda seg til avtalaðar tíðir
- Heitir pottar kunnu bara bíleggjast umborð
Hvussu nógv kostar tað?
Hitapottur (upp til 6 fólk) fyri ein tíma: kr. 199
Hvar eru pottarnir?
Heitu pottarnir eru í stýriborði har afturi á dekk 7. Tað slepst til pottarnar við at fara gjøgnum gangin út móti kamari 7501 ella upp á Dekk 8 til Sky Bar, og so eru trappur niður til pottarnar. Ein av manningini hjá Smyril Line hevur heitu pottarnar um hendi. Hetta fólkið hjálpir tykkum við øllum.