-
2 vaksin
-
úr kr. 15.440
8 nætur í Íslandi
price not available
Kring Ísland í eina viku
Koyr kring Ísland í egnum bili og síggið tey mest áhugaverdu støðini á leiðini m.a. Gullfoss og Dettifoss
Njótið ein frálíkan túr runt Ísland, har 95% av vegunum eru asfalteraðir og atkomiligir við vanligum familjubili ella motorsúkklu. Vit hava gjørt serligar leiðir, ið vara í eina ella tvær vikur, hetta fyri at tryggja okkum, at tú upplivir tey mest áhugaverdu støðini í Íslandi: hugtakandi landsløg, klettar, fossar, lava landsløg, og eisini sjarmerandi náttúruvakrar bygdir. Og einki er sum at enda ein hendingaríkan dag í einum av teimum mongu varmakeldum. Tú gistir á ymsum hotellum, gistingarhúsum og bóndagørðum á leiðini íroknað morgunmat.
Til ber eisini at keypa hendan pakkan og ferðast í 2 vikur í Íslandi.
Gev gætur at allir prísir fyri pakkaferðir til Íslands kunnu verða broyttir um íslendski ferðafólkaskatturin hækkar.