Við egnari MC
Finn prísin og bóka ferðina til Íslands á netinum - tað er lætt og einfalt
Ferðast tú á tveimum hjólum, er spenningur kanska eitt sindur størri. Tað eru bara tú og tann óendaligi langi vegurin. Onga bilhurð at lena seg upp ímóti, um trongdin til tað skuldi sníkt seg inn á teg. Men tað er júst tað, sum ger tað meir spennandi - tú steðgar oftari, og tá hevur tú tann góða møguleikan at inntaka tað flotta útsýni, Ísland hevur at bjóða tær.
Tá koyrt verður umborð, skalt tú niðan rampuna, og har verður súkklan tjórað føst. Bildekkið er stongt undir sigling, so tú verður noydd/ur at taka tað neyðuga viðførið við tær upp í kamari.
Einvegis til Íslands við akfari
Øll ferðandi, ið ferðast einvegis til Íslands við akfari, skulu fylla út eitt E9 oyðublað til tollmynduleikan: Tollur.is/libary/Skar/Eydublod/E9.pdf. Send eitt avrit til e9@smyrilline.fo og viðmerk títt bíleggingar- og telefon nummar í teldupostinum. Minst til av hava eitt avrit av E9 oyðublaðnum í akfari tínum við fráferð. Sí nærri kunning her (PDF).