Tropical Islands
Liggur 60 km uttanfyri Berlin
Ongantíð áður hava vit bjóðað eitt so stórt paradís til okkara gestir. Her er so stórt, at tú enntá kanst sveima við luftballón yvir stóru svimjihylunum, rutsjibanunum, regnskóginum og eini ørgrynnu av hentleikum. Her er eisini eitt stórt paradís hjá børnum, har tey kunnu koyra við bilum, skupla á vatnhjóli og spæla við lufthokkimaskinuna. Eisini er her ein handilsgøta, um tú hevur tørv á einari góðari vøru so sum klæðir, leikur og annað.
Ynskir tú eitt sindur av vælveru meðan tú ert á feriu, so eru sera góðir møguleikar til tess. Her er sauna, fitness, vælverumiðstøð, vakurleikarøkt og annað. Ein sera góður háttur at byrja ella enda dagin við.
Tit búgva í hugnaligum smáttum (sokallaðum mobile homes) við tveimum kømrum, baðirúmi og lítlum køki. Smáttan er uttanfyri høllina, á økinum tey kalla Amazonia. Hetta er risastórt vatnland við stórum svimjihylum, rusjibanum, vatnpolo, vatnmassasja, vatnfall, sólstólum, umframt spæliplássi, fótbóltsvølli og øðrum áhugaverdum hentleikum.
Les meira um feriudepilin her.