Frítíðardeplar
Keyp ferðina og gisting frá Smyril Line, tað loysir seg
Á hesari síðuni kanst tú kunna teg um tínar møguleikar at koma við Norrönu og njóta eina viku ella so á frítíðardepli í Danmark. Góða samstarvið, sum Smyril Line hevur við donsku frítíðarveitararnar, skal koma tær til góðar. Tað lønar seg altíð at tosa við okkum. Legg til merkis, at flest allar ferðir kunnu broytast soleiðis at tú bæði kanst leggja dagar og/ella vikur afturat, umframt at tú kanst stytta uppihaldið.