Uttan bil
Umframt at Norröna veitir tær tænastur, tú hevur tørv á, er hon bílig at ferðast við
Hóast tú ikki hevur bil við tær á ferðini, so skal tað ikki verða ein forðing at sleppa víðari. Bussur stendur klárur, tá Norröna hevur lagt at, at koyra teg niðan á tokstøðina, har tú so sleppur víðari til tína endastøð.
Hendan leinkjan hjá Rejseplan hjálpir tær lættliga at finna tíðir og møgulig skift við tok ella buss. Eisini finnur tú ferðaætlan hjá bussinum, ið koyrir millum Hirtshals St. og terminalin her.