Lætt og ómakaleyst ber til at koyra Danmark upp og niður, júst tá tað passar tær. Við egnum bili er alt nógv lættari. Pakka viðførið í bilin, koyr umborð á Norrönu og njót ferðina.
Góða samstarvið, sum Smyril Line hevur við donsku frítíðarveitararnar, skal koma tær til góðar. Tað lønar seg altíð at tosa við okkum.
Tú kanst tryggja tær pláss og ferðina, uttan at hugsa um at rinda alt beinanvegin. Tað ræður um at gera skjótt av, tí bíligu ferðaseðlarnir eru avmarkaðir í tali. Flestu bíligu ferðaseðlarnir til Danmarkar í summar, eru við fráferð úr Føroyum sunnukvøld.
Fyrivarni verður tikið fyri feilum og broytingum.